Les bíbliuna
Bræv Paulusar til samkomuna í Róm
- 1Hvat skulu vit tá siga, at faðir okkara Ábraham hevur vunnið – eftir holdinum?
- 2Varð Ábraham rættvísgjørdur av verkum, hevur hann nakað at rósa sær av. Tó ikki fyri Gudi –
- 3tí hvat sigur skriftin? – „Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi.“
- 4Tann, ið virkar – honum verður lønin roknað, ikki av náði, men sum nakað, hann eigur á.
- 5Men tann, ið ikki virkar, men trýr á Hann, sum ger hin ógudiliga rættvísan – honum verður trúgv hansara roknað til rættvísi.
- 6Soleiðis prísar eisini Dávid tað menniskja sælt, sum Gud tilroknar rættvísi uttan verk:
- 7„Sæl tey, sum misbrotini eru fyrigivin, og syndirnar fjaldar hjá!
- 8Sælur tann maður, ið Harrin ikki tilroknar synd!“
- 9Henda sæla – er hon nú fyri hini umskornu ella fyri hini óumskornu við? – Vit siga jú, at trúgvin varð roknað Ábrahami til rættvísi.
- 10Hvussu varð hon tá tilroknað honum? Táið hann var umskorin, ella meðan hann var óumskorin? Ikki táið hann var umskorin, men meðan hann var óumskorin.
- 11Og hann fekk umskeringartekinið sum innsigli trúarrættvísinnar, ið hann hevði, meðan hann var óumskorin, fyri at hann skuldi vera faðir alra teirra, sum trúgva og ikki eru umskorin, so rættvísi kann verða teimum tilroknað –
- 12og faðir at hinum umskornu, sum ikki bert hava umskeringina, men eisini ganga í fótsporum trúarinnar, ið faðir okkara Ábraham hevði, meðan hann var óumskorin.
- 13Tí ikki við lóg fingu Ábraham og avkom hansara lyftið, at hann skuldi vera arvingi til heimin – nei, við rættvísini, ið er av trúgv.
- 14Eru tey arvingar, sum halda seg til lóg, so er trúgvin vorðin til onga nyttu, og lyftið gjørt til einkis.
- 15Tí lógin virkar vreiði; har sum eingin lóg er, er heldur ikki lógbrot.
- 16Tí er tað av trúgv, fyri at tað skal vera av náði, so lyftið kann standa øllum avkominum fast, ikki bert teimum, ið hava lógina, men eisini teimum, ið hava trúgv Ábrahams, hansara, sum er faðir okkara alra
- 17– sum skrivað er: „Eg havi sett teg til faðir at mongum tjóðum“ – fyri Gudi, sum hann trúði, Honum, sum ger hini deyðu livandi og kallar tað, ið ikki er til, sum tað var til.
- 18Har eingin vón var, trúði hann við vón; soleiðis kundi hann verða faðir at mongum tjóðum, eftir tí, sum sagt var: „So skal avkom títt verða.“
- 19Og uttan at vikna í trúnni mintist hann, at hansara egna likam var eins og deytt – hann var jú tætt við 100 ár – og at móðurlív Sáru var eins og deytt.
- 20Hann ivaðist ikki í vantrúgv um lyfti Guds, men styrknaði í trúnni, tí hann gav Gudi dýrdina
- 21og var fullvísur í, at tað, sum Hann hevði lovað, var Hann eisini mentur at gera.
- 22Tí varð tað eisini roknað honum til rættvísi.
- 23Men ikki bert fyri hansara skuld er skrivað, at tað varð honum tilroknað,
- 24men eisini fyri okkara skuld; eisini okkum verður tað tilroknað, okkum, sum trúgva á Hann, ið uppreisti Jesus, Harra okkara, frá hinum deyðu,
- 25Hann, sum givin varð fyri misbrot okkara og reistur upp, okkum til rættvísgering.